Innanlands

Prísirnir hækkaðir 2,8 prosent seinasta árið

Prísvøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-08 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Prísirnir hækka framvegis, men nú hækka teir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum frá november 2022 til november 2023 var 2,8 prosent.

Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð, skrivar Hagstovan.

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan níggju prosent frá november 2022 til november 2023. Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið – sløk 69 prosent.

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir 5,8 prosent í november 2023 samanborið við sama mánað ári fyri.

Tað er serliga frukt, kjøt og breyð, sum er blivið dýrari. Fruktin er góð níggju prosent dýrari, og prísvøksturin á kjøti, breyði og kornvørum er góð seks prosent. Prísurin á sjokulátu og góðgæti er eisini hækkaður lutfalsliga nógv — góð átta prosent.

Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru hinvegin lækkaðir næstan 14 prosent í miðal seinasta árið. Tað tálmar prísvøkstrinum. Prísurin á fjarhita hevur verið óbroyttur síðani 2022, meðan streymprísurin er hækkaður góð 14 prosent í 2023 samanborið við í 2022, skrivar Hagstovan.

Árligi prísvøksturin í Føroyum í november í fjør var tó ikki eins høgur sum í hinum norðurlondunum og ES-londunum, tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var munandi lakari – 0,6 prosent.

Størsti prísvøksturin er í Íslandi – 7,7 prosent. Í Svøríki er hann 5,8 prosent og í Noregi 4,8 prosent. Prísvøksturin í Føroyum líkist miðalprísvøkstrinum fyri ES-lond, sum er 3,1 prosent, men er tó nakað lægri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder