
Prísirnir í Føroyum eru hækkaðir 1,3 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025.
Prísirnir hækka við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. Tó er árligi prísvøksturin fyri februar í 2025 nakað størri enn árligi prísvøksturin var til seinastu uppgerð av brúkaraprístalinum, sum var í november í 2024 – tá var hann 0,8 prosent.
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum toga prísvøksturin upp.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Prísirnir á klæðum og skóm eru lækkaðir 2,7 prosent seinasta árið. Somuleiðis eru prísirnir á útreiðslunum til býli lækkaðir 0,9 prosent seinasta árið. Prísirnir á 'heilsu', 'flutningi' og 'útbúgving' eru lækkaðir eitt lítið vet.
Prísirnir á møblum, búnýti, tubbaki eru hækkaðir nakað. Eitt nú foreldragjald í dagstovnum er eisini hækkað.
Prísirnir á útreiðslum til býli lækka
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 0,9 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025.
Miðalrentan er lækkað góð átta prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Fjarhita- og brennioljuprísurin eru lækkaðir eitt lítið vet sammett við februar í 2024. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður átta prosent.
Elprísurin í Føroyum hevur verið óbroyttur seinasta árið. Elprísurin sveiggjar nógv í londunum kring okkum. Her skilir prísgongdin í Føroyum seg frá gongdini við høgu elprísunum úti í heimi.
Tað er ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki neyðturviliga er á sama stigi, sum í øðrum londum. Seinastu fimm árini er elprísurin í ávikavist Íslandi og Danmark hækkaður 44 prosent, meðan elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent. Í Noregi er elprísurin hækkaður heili 84 prosent hetta tíðarskeiðið.
Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Prísurin á brennievni til flutning er lækkaður næstan tíggju prosent.
Lakari prísvøkstur enn í ES-londunum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,8 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er enn lakari – hann er 0,5 prosent. Prísvøksturin í Svøríki er á sama stigi sum í Føroyum, 1,3 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 4,2 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 3,6 prosent.
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Kelda: Hagstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald