Innanlands

Privatu arbeiðsgevararnir mæla til koronupass: Landsstýrið trýr ikki tað er loysnin

Koppsett við koronupassi kunnu smitta, og tí er tað ikki loysnin, sigur løgmaður. Hetta er kortini nakað sum Vinnuhúsið vil hava í gildi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-05 21:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað má ikki henda, at samfelagið verður stongt niður aftur. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag sum ger sína meining til kennar í einari “Áskoðan” á heimasíðu í dag.

Loysnin, metir Vinnuhúsið, er at fylgja tí, sum Farsóttarnevndin hevur mælt landsstýrinum til at gera, nevniliga at seta koronupass í gildi í samfelagnum. 

- Eitt koronupass er ein váttan um, at ein er koppsettur, hevur havt smittuna ella hevur eina negativa koronukanning at vísa á. Harvið hava allir borgarar í Føroyum møguleikan at verða við í einari skipan við kravdum koronupassi, har tað er neyðugt fyri at fyribyrgja smittu, siga arbeiðsgevararnir.

Í Vinnuhúsinum gera tey vart við at tað ikki er nóg gott at heilsumerki saman við politikarum nú boðar frá, at fyritøkur skulu vara seg við at senda síni starvsfólk til koronukanningar.

- Gjøgnum alla tilgongdina við COVID-19 hava tilmælini verið, at vit skulu lata okkum kanna, og at orka til koronukanningar verður tillagað tørvinum. Um testkapasiteturin nú er ov lítil, er orsøkin ikki fyritøkurnar, men at landsins myndugleikar hava verið ov seinir at seta snild fyribyrgjandi tiltøk í verk, sum eitt nú koronapassið, vil arbeiðsgevarafelagið vera við.

Er ikki loysnin
Men løgmaður og landsstýrið trúgva ikki uppá at koronupassið er loysnin. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði seg í Degi og viku í gjár vera sannførdan um koppsett smitta víðari, og tey kunnu smitta víðari uttan at vita av, at tey bera smittuna.

- Tað vísir seg tíverri, at fleiri og fleiri av teimum, sum eru koppsett, og harvið hava koronupass, eru smittaði og bera smittuna víðari uttan at vita av tí. Og tað er tað, sum ørkymlar meg enn meira. Hetta, at fólk, sum eru púra óvitandi um, at tey eru smittaði, bera smittuna víðari tí tey hava eitt koronupass, segði Bárður á Steig Nielsen.

- Kemur tað har til, at onkur kann sannføra meg um, at triðja prikið er total verja ímóti hesum variantinum av koronu, so kann koronapassið koma uppá tal, segði Bárður á Steig Nielsen.

- Men eftir míni bestu sannføring er tað ikki loysnin í løtuni, segði løgmaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder