Qin Xin, professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í summar fingið tríggjar altjóða viðurkenningar fyri gransking sína í m.a. teldutøkni, vitlíki, optimering og KT-trygd, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Fyrstu heiðurslønina, Outstanding Contribution to the Research Award, fekk hann á altjóða ráðstevnuni International Conference on Sustainable Computing and Communication Technologies (ICSCCT 2026), sum varð hildin á University of Malta 20.–21. juni.
Heiðurslønin varð latin fyri framúrskarandi gransking og týðandi íkast til menningina av burðardyggari teldu- og samskiftistøkni.
Aðru heiðurslønina, Research Excellence Award, fekk hann á International Conference on Advances in Mathematics for Artificial Intelligence and Applications (ICAMAIA 2026) í India 19.–20. juni.
Hendan heiðurslønin varð latin fyri gransking hansara í nýttum vitlíki, m.a. annað í at nýta vitlíki og optimering til at betra um avrik í tøkniligum skipanum og til framkomna avgerðartøku.
Triðja viðurkenningin er eitt Certificate of Publication frá vísindaforlagnum IGI Global Scientific Publishing fyri granskingaríkast hansara til bókina Advancing Cybersecurity at the Intersection of Parallel Computing and Blockchain.
Qin Xin er ein av trimum ritstjórum í hesi bókaútgávuni, sum viðger nýggjar KT-trygdarloysnir við serligum denti á parallella teldutøkni og blockchain.
Qin Xin fegnast um viðurkenningarnar.
– Tær endurspegla tað livandi og samstarvssinnaða granskingarumhvørvið á Fróðskaparsetri Føroya og týdningin av altjóða samstarvi fyri menningina av teldufrøði. Eg eri takksamur fyri stuðulin frá starvsfeløgum mínum og frá Setrinum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald