Uttanlands

Professari: Omikron kann skjótt gerast dominerandi

Um fáar vikur kann uml. helvtin av nýggjum koronutilburðum vera við Omikron í Danmark, og í Stórabretlandi gongur tað eisini skjótt

Hildið verður, at koppsetingin enn verjir móti álvarsamari sjúku og innlegging, hóast hon ikki tykiskt at geva nógva verju móti smittu í hesum førinum, sigur Mads Albertsen (Savnsmynd)

Hildið verður, at koppsetingin enn verjir móti álvarsamari sjúku og innlegging, hóast hon ikki tykiskt at geva nógva verju móti smittu í hesum førinum, sigur Mads Albertsen (Savnsmynd)

2021-12-11 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Omikron kann skjótt gerast tað dominerandi koronufrábrigdið. Tað sigur Mads Albertsen, professari frá Institut for Kemi og Biovidenskab universitetinum í Aalborg.

– Um tað gongst sum nú, ganga nokk ein ella tvær vikur, áðrenn uml. 50 prosent av tilburðunum í Danmark eru við Omikron, sigur hann.

Fríggjadagin vóru tilsamans 1280 tilburðir við Omikron-frábrigdinum staðfestir í Danmark, eftir at 484 tilburðir vórðu lagdir afturat síðan hósdagin.

Tey tiltøkini, sum nú eru sett í verk í landinum, kunnu seinka gongdini, men kortini er tað ørkymlandi, heldur Mads Albertsen, sum m.a. vísir til líknandi gongd í Onglandi og Skotlandi, har tey vænta, at Omikron-frábrigdið verður dominerandi miðskeiðis í hesum mánaðinum.

– Tá Alpha og Delta komu, gekk tað eisini skjótt. Men tað tók vikur, og nú er talan um dagar, sigur hann.

Mads Albertsen sigur, sambært Ritzau, at hann heldur eina av orsøkunum til hesa gongdina vera, at tvær koronukoppsetingarnar ikki tykjast at verja eins væl móti hesum.

Hildið verður, at koppsetingin enn verjir móti álvarsamari sjúku og innlegging, hóast hon ikki tykiskt at geva nógva verju móti smittu í hesum førinum. Hann heldur, at um koppseting og gomul smitta ikki høvdu vart væl, hevði talið á innløgdum í Suðurafrika, har Omikron-frábrigdið fyrst varð fráboðað, verið nógv hægri.

Tí heldur hann kortini, at fólk, sum ikki hava latið seg koppseta, framvegis eiga at gera tað, og tey, sum longu eru koppsett, eiga at fáa sær triðja prikið eisini, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder