Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið ein franskt mæltan film úr Kanada, ‘Simple comme Sylvain’, sum í fjør varð hin mest sæddi í Fraklandi, har hann fekk Césarvirðislønina.
Leikstjóri og høvundur er 42 ára gamla Monia Chokri, sum hevur forfedrar í Norðurlondum og Tunis. Hon er fødd í Quebec, har hon í 2005 leyk útbúgving sum sjónleikari á Conservatoire d'art dramatique de Montréal. Sum leikstjóri hevur hon vunnið fleiri virðislønir og filmar hennara eru vístir á stóru filmstevnunum úti í heimi. ‘Simple comme Sylvain’ varð frumsýndur í Cannes í fjør.
40 ára gamla Sophia (Magalie Lépine Blondeau) er professari í heimspeki, og livir eitt friðarligt lív saman við manninum, Xavier (Francis-William Rhéaume). Tey búgva í Montréal, og eru inngrógvin partur av mentanarligu elituni í býnum, ganga til nýskapadi framsýningar og eta góðar døgurðar.
Men so kemur Sylvain (Pierre-Yves Cardinal) á pallin.
Hann er handverkari, og er boðsendur at umvæla nýkeypta summarhúsið hjá yvirstættarhjúnunum Sophiu og Xavier.
Men so rennur saman millum handverkaran og heimspekingin, og áskoðarin verður førdur á eina sansaliga filmsferð, har samanspælið millum leikararnar bleiktrar um kapp við hvassa dialogin á løriftinum.
Okkara trúfasti útvegari síðan áttatiárini, Camera Film í Keypmannahavn, sigur í pressuskrivi, at kanadiski filmurin hjá Chokri er ”Fresh, sexet, velskrevet, velturneret og velspillet – og i det hele taget lidt af en fest. Alle fans af instruktøren Monia Chokris landsmand Xavier Dolan vil være svært begejstret!”
Filmurin verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald