Uttanlands

Progressivur heimsspekingur vil vera amerikanskur forseti

Valevni sum ikki stilla upp fyri annan av teimum báðum ráðandi flokkunum hava ikki møguleika at verða vald, men kunnu hava stóra ávirkan á valúrslitið

Cornel West (Savnsmynd: EPA)

Cornel West (Savnsmynd: EPA)

2023-06-06 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Progressivi politiski aktivisturin og heimspekingurin, Cornel West, boðaði í gjár frá, at hann ætlar at royna at gerast amerikanskur forseti í 2024.

West stillar hvørki upp fyri republikanararnar ella demokratarnar, men fyri lítla vinstrahalla flokkin Fólksins Flokk, People’s Party.

- Eg stilli upp fyri sannleika og rættvísi, sum valevni fyri Fólksins Flokk í roynd at endurreisa tað besta í USA, stríðast fyri at støðga fátækradømi, hópfongslingum, støðga kríggjum, tryggja býli, heilsutrygd, útbúgving og eina løn, sum øll kunnu liva av, skrivar West á Twitter.

70 ára gamli Cornel West er virdur heimsspekingur, hvørs arbeiði hevur snúð seg um upprunaeyðkenni og stættir í amerikanska samfelagnum.

Hann hevur ógvuliga lítlan møguleika fyri at gerast forseti, men tað er møguleiki fyri, at hann kemur at taka atkvøður frá Joe Biden, forseta, undir valstríðnum næsta ár, skrivar Ritzau.

Politiska søgan í USA sigur frá fleiri miseydnaðum royndum frá fólkum, ið hava roynt at gerast forsetar uttan um teir báðar ráðandi flokkarnar. Men summi valevni hava tó megnað at fáa ávirkan á valið.

Í 1992 stillaði Ross Perot upp fyri ein triðja flokk. Hansara uppstilling var ein týðulig orsøk til, at tað eydnaðist Bill Clinton at vinna á George H.W. Bush, tí Perot tók veljarar frá republikanska flokkinum. Hann fekk næstan 20 milliónir atkvøður.

Nógvir eygleiðarar halda eisini, at demokraturin Al Gore hevði kunnað vunnið á George W. Bush í 2000, um hann ikki hevði mist atkvøður til Ralph Nader, sum stillaði upp fyri grøna flokkin. Nader var á atkvøðuseðlunum í fleiri sokallaðum swing-statum, harímillum Florida, har alt forsetavalið varð avgjørt við rættiliga fáum hundrað atkvøðum, tá samanum kom.

Cornel West er professari á Union Theological Seminary í New York. Hann hevur áður undirvíst á universitetunum Harvard og Princeton.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder