
Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á Tekniska Skúla í Klaksvík úti í Grøv.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á tøknibreytini, og varð tað tí ein hugnalig løta við felagssangi og røðum.
Eiler Poulsen, fyrrverandi næmingur á tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi m.a. um, at hann hevði fingið nógv ymisk amboð og førleikar við sær til víðari útbúgving – men hann hevði ikki bara fingið bókliga vitan men eisini sosialar førleikar og hevði knýtt nógv góð vinarbond á tøknibreytini. Sanný Langaard, næmingur úr HT3, helt næmingarøðuna fyri pisunum.
Marý Fjallstein Petersen fekk heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv. Hon hevði ein framúr flottan miðalkarakter upp á 12,3, skrivar Tekniski Skúlin í Klaksvík.
-
Frá vinstru á aftara rað: Djóni Hammershaimb Thomsen, Knút Joensen, Marius Johannesen, Høgni L. Poulsen, Boas Østerø, Robert F. Meinhardsson, Jónas Vágsheyg, Denis Voropaev og Tummas í Garði Mortensen. Frá vinstru á fremra rað: Bjørt Jansdóttir, Marý Fjallstein Petersen, Hanna F. Johannesen, Sanný Langaard, Anna Kristina S. Jensen, Elsa Isaksen, Joan S. D. Hansen, Erla J. Ellingsgaard, Maria G. Magnusdóttir og Maria Müller.
-
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald