Eins og seinasta vikuskifti hava nógv jólaborðhald verið um vikuskiftið, og í hesum sambandi gjørdi løgreglan nógv burturúr at steðga bilum kring landið og kanna, um førarin var edrúur, og har var alt í lagi.
Men klokkan trý í nátt varð ein prutlkoyrari í Klaksvík tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta fær viðkomandi eina bót fyri. Blóðroynd er nú tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini í níggju førum sent sjúkrabil eftir fólki, sum vórðu komin illa fyri í náttarlívinum.
Eisini varð løgreglan boðsend í sambandi við ófriði í einum jólaborðhaldi í høvuðsstaðnum, og hevur løgregan verið noydd at skilt nøkur fólk at, sum vóru komin upp at toppast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald