Uttanlands

Prýðislutir hjá Marie Antoinette á uppboðssølu í november

Tvey armbond, sum bæði eru prýdd við 112 diamantum, verða væntandi seld fyri millum tveir og fýra milliónir dollarar – Hesi fekk franska drotningin í 1776

Hesi armbondini verða sett á uppboðssølu í november (Mynd: AFP)

Hesi armbondini verða sett á uppboðssølu í november (Mynd: AFP)

2021-09-08 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í ár ber til at ogna sær tvey diamantarmbond, sum franska drotningin Marie Antoinette hevur átt. Tey verða nevniliga seld á uppboðssølu í Genève 9. november, upplýsir auktiónshúsið Christie's.

Talan er um tvey armbond, sum bæði eru prýdd við 112 diamantum. Tey verða seld saman, og fara væntandi til eina upphæd fyri millum tveir og fýra mió. dollarar (millum 13 og 25 mió. í okkara krónum).

Sambært Ritzau verður upplýst, at prýðislutir sum hesi armbondini vanliga fara fyri nógv størri upphædd enn vanligt, av tí at virði á teimum økist munandi, tá teir hava verið ogn hjá søguligum persónum sum eitt nú Marie Antoinette.

Í november 2018 varð eitt stórt hálsprýði selt á uppoðssølu í New York fyri 237 mió. krónur. Har var talan eisini um fyrrverandi ogn hjá Marie Antoinette. Tilsamans tíggju av hennara prýðislutum vórðu seldir á uppboðssøluni, og fleiri teirra høvdu ikki verið sæddir alment í 200 ár.

Marie Antoinette var gift franska konginum Ludvig XVI. Tey vórðu bæði avrættaði undir fronsku kolveltingini í 1793. Áðrenn avrættingina náddi franska drotningin at smugla fleiri av sínum yndisprýðislutum úr landinum.

Armbondini, sum verða sett til sølu í november bílegði Marie Antoinette frá gullsmiðinum Charles August Boehmer í 1776 – tvey ár eftir, hon varð blivin drotning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder