2019-10-23 18:40
Í hesum døgum eru 50 ár liðin síðani, at fyrstu 20 sjúklingarnir vóru innlagdir á Statshospitalinum, sum er tað, ið vit í dag kenna sum Psykiatriski depilin.
Tann 29. oktober 2019 verður 50-ára dagurin hátíðarhildin við stórum tiltaki í Smæruni. Tá hava vit bjóðað fyrilesarum at lýsa føroysku psykiatriina úr fleiri ymsum sjónarhornum - bæði fortíð, nútíð og framtíð. Eisini verða sofaprát og tónleikur.
Dagurin endar við, at kendi danski sjónvarpsverturin, Henrik Dahl greiðir frá um egnar upplivingar við sálarsjúku.
Tað er ókeypis at luttaka. Tilmelding er ikki neyðug.
Skráin sæst her.
- Landssjúkrahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald