Innanlands

Psykiatriski depilin er nú partur av ABC fyri sálarliga heilsu

"Sálarlig heilsufremjan meta vit eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga" - Hetta siga tey á Psykiatriska deplinum

2019-09-25 12:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkaheilsuráðið samstarvar við fleiri ymisk feløg, stovnar og kommunur í Føroyum í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Nýggjasti samstarvsfelagin, ið hevur ynskt at gerast partur av ABC samstarvinum, er Psykiatriski depilin.

ABC samstarvið hevur týdning frá vøggu til grøv

Vit kunnu øll í hvør sínum lag gera nakað gott fyri sálarligu heilsuna við at fylgja ABC boðskapinum um at vera virkin, partur av einum felagsskapi og hugbinda okkum í meiningsfullum virksemi. Ábyrgdin liggur tó ikki bert hjá tí einstaka, tí samfelagið kann vera við til at skapa betri karmar fyri, at vit í Føroyum kunnu betra um okkara sálarligu heilsu uppá ymiskar mátar. Tí hevur okkara samstarv við ymiskar stovnar, kommunur og feløg ómetaliga stóran týdning, tá tað snýr seg um at betra um sálarligu heilsuna og trivnaðin í Føroyum, sigur Fólkaheilsuráðið. Hesum tekur Psykiatriski depilin undir við:

“Sálarlig heilsufremjan meta vit á psykiatriska deplinum eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum fóti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri hvussu vit hava tað. Vit ynskja at viðvirka, til at hin einstaki gerst tilvitaður um sína sálarligu heilsu, umframt týdningin av hvussu vit sum samfelag, fakliga og persónliga røkja hesa frá vøggu til grøv” sigur Psykiatriski depilin.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið hevur verið partur av ABC verkætlanini nú í nakrar mánaðir, og tí fegnast Fólkaheilsuráðið um, at allur Psykiatriski depilin nú eisini ynskir at arbeiða sálarliga heilsufremjandi við ABC fyri sálarligari heilsu. “At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum er í tráð við heildarætlanina um sálarliga heilsufremjan og vísur, hvussu vítt fevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

“Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun, viðgerð og fyribyrging. Hetta hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan kemur alsamt meir á breddan. Her er tørvur á einum  paradigmu skifti, og ynskja vit á deplinum at ganga á odda, við at gerast partur av hesum ABC – samstarvinum í mun til sálarliga heilsufremjan” sigur Psykiatriski depilin.

Hittust fyri níggjundi ferð

Ein týdningarmikil liður í at vera samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, er at samstarvsfelagar møtast nakrar ferðir um árið. Herfyri savnaðust eini 26 fólk frá ymiskum feløgum, stovnum og kommunum á níggjunda ABC samstarvsfundi. Umframt at økja um vitan og íblástur innan økið,  eggja fundirnir eisini til nýggj samstørv millum samstarvsfelagarnar um sálarliga heilsufremjandi átøk. Tí gleðast vit um at fundurin hesaferð førdi til nýggj átøk og samstørv millum feløg og kommunur. Hesi kann almenningurin hoyra meira um í oktober, tá ein sokallað ABC vika verður frá 7.-13. oktober. 

Fólkaheilsuráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder