2019-10-09 13:33
Landsjúkrahúsið boðar frá, at í kvøld millum klokkan 19 og 21 letur Psykiatriski deplinum dyrnar upp fyri almenninginum.
Hetta er í samband við, at Altjóða Sálarheilsudagur er í dag.
Á skránni eru framløga, rundvísing og drekkamunnur:
- Fyrst er framløga um sjúklinganøgdsemis kanning við Marju L. Gjógvará.
- Síðani verður vitja á innleggingardeildina P40 og dagtilboðið hjá Barna- & ungdómspsykiatriini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald