Uttanlands

Puigdemont ætlar sær í ES-tingið

Stillar upp til ES-valið 26. mai

Carles Puigdemont vitjaði í Føroyum í heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Carles Puigdemont vitjaði í Føroyum í heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-11 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi leiðarin í Katalonia, Carles Puigdemont, roynir nú at koma inn aftur á politiska pallin. Hann bjóðar seg fram sum valevni til valið til ES-tingið, sum verður 26. mai.

Carles Puigdemont býr í útlegd í Belgia fyri at sleppa undan at verða rættarsøktur í Spania, sum ákærir hann fyri at hava elvt til uppreistur og fyri brot á grundlógina.

Tað er katalanski loysingaflokkurin, Junts per Catalunya, sum hevur stillað Puigdemont upp sum valevni, skrivar AFP.

- Stundin er komin at taka enn eitt stig í altjóðageringini av rættinum hjá Katalonia fyri sjálvræði í Evropa, skrivar Puigdemont á Twitter.

Puigdemont var stjórnarleiðari í Katalonia, tá landsparturin á heysti 2017 skrivaði út eina fólkaatkvøðu um loysing frá Spania.

Puidgemont og stjórn hansara í Barcelona høvdu annars lýst sjálvstýri fyri Katalonia – men í Madrid varð henda avgerð skýrd at vera í stríð við grundlógina.

Puigdemond rýmdi úr landinum, og roynir nú í staðin at grundgeva fyri sínum rætti í hinum ES-londunum.

Ímeðan gongur eitt rættarmál í Spania móti øðrum fyrrverandi leiðarum í Katalonia. 12 persónar eru ákærdir í málinum. AFP veit at siga, at fleiri av teimum eisini eru valevni til ES-valið.

Um Puigdemont verður valdur til ES-tingið, er enn óvist um hann kann taka sæti í tinginum.

Spanskir miðlar skriva, at sambært spanskari lóg, skal Puigdemont venda heim til Spania fyri formliga at verða tikin í eið av eini lokalari valnevnd, um hann verður valdur.

Hetta skal tryggja, at hann, sum evropeiskur tinglimur, heldur sponsku grundlógina, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder