Uttanlands

Puigdemont avhoyrdur og leyslatin aftur

Skal boða belgisku myndugleikunum frá hvussu hann ferðast

Carles Pugdemont í mótmælistiltaki í Brússel í vikuni (Mynd: EPA)

Carles Pugdemont í mótmælistiltaki í Brússel í vikuni (Mynd: EPA)

2019-10-18 17:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont varð í dag leyslatin aftur eftir at hava ligið nátt í einum kliva í Belgia, har hann í gjár gav seg upp til myndugleikarnar.

Blaðið El País skrivar, at Puigdemont varð leyslatin eftir avhoyringina undir teimum treytum, at hann sigur frá, hvar hann er, og møtir til avhoyringar í framtíðini og biður um loyvi um hann ætlar sær av landinum.

Fyrr í vikuni sendi hægstirættur í Spania eina nýggja evropeiska fráboðan um at handtaka Puigdemont, sum í 2017 flýddi til Belgia eftir at hava staðið á odda fyri katalansku fullveldisrørsluni.

Eftir hægstarættarfráboðanina valdi Puigdemont at fara - saman við advokatum sínum - til belgisku myndugleikarnar sjálvboðin, hóast hann sjálvur vísir aftur at hann vil vera latin til sponsku myndugleikarnar.

Nógvur ófriður hevur verið í Spania, og serliga Katalonia, eftir at nakrir av leiðarunum fyri katalansku frælsisrørsluni fingu langar fongsulsdómar fyrr í vikuni.

Tað var mánadagin, at hægstirættur í Spania eitt nú dømdi fyrrverandi varaforsetan í Katalonia, Oriol Junqueras, 13 ára fongsul. Átta onnur fingu millum 9 og 12 ára fongsul.

Les eisini: Puigdemont givið seg upp til belgiskar myndugleikar

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder