Leygarkvøldið 4. mai verður aftur Puls konsert á skránni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá fara Lea Kampmann og danin Eik Octobre á pall.
Lea Kampmann er langt síðani farin frá at vera tað mest lovandi tónleikanavnið á føroyska pallinum, til at vera millum okkara allar bestu. Hennara gløggi poppur hevur dýpd og verður borin fram av hennara framúr inniligu rødd og bólkinum, ið hevur lært at ganda hennara kompositiónir um til sveimandi ljóðmyndir.
Emil Skovsgaard Christensen, ið goymir seg handan navnið Eik Octobre, er klaverleikari og tónaskald. Vit føroyingar varnaðust hann av álvara, tá hann í fjør bjóðaði Leu Kampmann at syngja á útgávu síni.
Hetta er norðurlendsk melankoli við seinum, langtandi ljóðum og rørandi melodium, ið siga sína søgu uttan at brúka orð.
Konsertirnar eru partur av norðurlendska tónleikaátakinum Puls, eisini Mentamálaráðið og Atlantic Airways hava stuðlað.
- Mentanarhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald