Leygarkvøldið 18. mai spæla Marius Ziska og danin Esben Svane í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Esben Svane byrjaði sum trummuleikari í ymiskum bólkum á danska undirgrundspallinum, men seinnu árini hevur hann veruliga gjørt um seg í bólkum og sum framleiðari. Hann stovnaði bólkin Ulige Numre, og vann danska Melodi Grand Prixið í 2011.
Tónleikurin hjá Marius Ziska er vakur, inniligur og sera væl spældur av samansjóðaða bólkinum. Hann telist millum allarbestu føroysku live bólkar og hevur spælt útseldar konsertir kring alt landið.
Konsertirnar eru partur av norðurlendska tónleikaátakinum Puls, eisini Mentamálaráðið og Atlantic Airways hava stuðlað.
Meira kunning fæst á www.mh.fo.
- Puls
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald