Herurin í Ísrael – IDF – fór í gjár undir et pumpa sjógv inn í tunnlarnar hjá Hamas í Gaza.
Tað skrivar blaðið The Wall Street Journal við amerikanskum embætisfólkum sum keldu.
Embætisfólkini siga, at helst fer tað at taka fleiri vikur at fylla tunnlarnar.
Eisini CNN skrivar, at Ísrael hevur kunnað USA um, at landið “varðisliga ger royndir” við at fylla nakrar av tunnlunum. Tað hevur eitt amerikanskt embætisfólk sagt fyri CNN.
Sambært kelduni er enn óvist, um henda royndin gevur tað úrslit, sum ísraelski herurin vónar.
Embætisfólk í amerikansku stjórnini hava sagt, at royndin kann hjálpa við at oyðileggja tunnlarnar, har Ísrael heldur, at Hamas fjalir herfólk, gíslar og lóður, skrivar Wall Street Journal.
Týsdagin var amerikanski forsetin, Joe Biden, á einum tíðindafundi spurdur um hesi tíðindini um, at Ísrael nú roynir at fylla nakrar av tunnlunum í Gaza við sjógvi.
Biden segði, at tað eru “uppáhald” um, at eingir gíslar verða hildnir fangar í tunnlunum. Umsiting hansara hevur ikki havt møguleika fyri at vátta boðunum, segði forsetin, skrivar Ritzau við CNN sum keldu.
Ísraelski herurin upplýsti fyrr í mánaðinum, at tey hava oyðilagt minst 500 tunnlar í Gazageiranum. Í fleiri førum er talan um sivilar tunnlar.
Í 2021 varð sagt, at Hamas hevur grivið meira enn 500 kilometrar av tunnlum. Ivasamt er tó, um hesar upplýsingar eru rættar, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald