
Í dag klokkan 16 varð endaligt punktum sett í samgonguskjalið hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum er millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit.
- Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gangs fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum, sigur nýggja samgongan.
- Fyrst í komandi ári koma vit at greiða nærri frá innihaldinum í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald