Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur undirskrivað eini herbúgvingarboð til russiska herin. Tað boðaði hann frá í røðu, sum hann helt fyri russisku tjóðini í morgun.
Talan er um eina lutvísa herbúgving, sigur hann í fyrstu røðu sínari fyri russiska fólkinum, síðan innrásin í Ukraina byrjaði í februar. Hetta merkir, at 300.000 hermenn úr tiltaksmanningini verða kallaðir inn.
Russiski forsetin segði í røðu sínari, at Vesturheimurin ynskir at oyðileggja Russland og hevur roynt at gjørt ukrainska fólkið til kanónføði. Eisini segði hann, at russiska stjórnin fer at skaffa fígging til at økja um vápnaframleiðsluna.
Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu sigur, sambært DR, at 5.937 russiskir hermenn eru dripnir í Ukraina. Eisini sigur hann, at tað er neyðugt við fleiri hermonnum fyri at verja markið millum Ukraina og Russland umframt tey økini, sum Russland hevur "bjargað" – tey økini í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald