Uttanlands

Putin á tveir daga vitjan í Norðurkorea

Vitjanin hevur stóran týdning fyri politisku leiðararnar í báðum londunum

Kim Jong-un og Vladimir Putin hittust í 2019 í russiska býnum Vladivostok (Mynd: EPA)

Kim Jong-un og Vladimir Putin hittust í 2019 í russiska býnum Vladivostok (Mynd: EPA)

2024-06-18 16:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag sett kós móti Norðurkorea, har hann skal vitja í tveir dagar.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, vitjaði í Russlandi í fjør, og bjóðaði tá russiska forsetanum at koma til Pyongyang á vitjan.

Talan er um aðru vitjanina hjá Putin í Norðurkorea. Hin var fyri skjótt 24 árum síðani.

Vitjanin kemur samstundis sum viðurskiftini millum Norður- og Suðurkorea eru vorðin alsamt spentari. AFP tíðindastovan boðar frá, at hermenn úr Norðurkorea hava verið inni á suðurkoreanskum øki fyri aðru ferð í tvær vikur.

Suðurkoreanski herurin loysti ávaringarskot av, og noyddi hermenninar norður um markið aftur. Sambært Reuters tíðindastovuni eru norðurkoeanskir hermenn komnir til skaða, tá ein landmina brast í avvápnaða økinum millum londini.

Vápnabrøður

Felags fyri Russland og Norðurkorea er fíggindaligi hugburðurin mótvegis USA. Kim hevur fyrr tosað um eitt “heilagt stríð” móti ónda vesturheiminum og sagt, at Norðurkorea og Russland í hesum stríði eru “vápnabrøður”.

Sambært uttanríkispolitiska ráðgevanum hjá Putin, Yuri Ushakov, kann vitjanin enda við eini samstarvsavtalu millum kondini. Enn er óvist hvat henda avtala snýr seg um, men helst er talan um tættari samstarv á fleiri mótum, eitt nú viðvíkjandi trygd.

Við vitjanini vil Vladimir Putin eisini vísa heiminum, at hann hóast øll revsitiltøkini móti Russlandi, orsaka av krígnum í Ukraina, hevur møguleika fyri at gera júst sum hann vil.

Bæði USA og Suðurkorea hava ávarað londini móti at bróta revsitiltøkini. Tey vísa á, at Norðurkorea longu hevur latið Russlandi vápn at brúka í álopskrígnum á Ukraina. Talan sigst at vera um bæði rakettir og granatir. Norðurkorea og Russland hava víst aftur, at tey hava brotið ST-tiltøkini mótvegis Russlandi.

Provokasjón

Vesturlond meta vitjanina sum eina provokasjón og eitt tekin um, at Putin er vorðin alt meira ráðaleysur. Færri og færri lond ynskja at varðveita sambandið við Russland. Tí kann vitjanin í Norðurkorea eisini síggjast sum eina roynd at fríggja til onnur  vinarliga sinnað lond.

Hesa seinastu tíðina hevur Putin miðvíst arbeitt upp á at betra um viðurskiftini til Iran og Kina.

Fyri Kim Jong-Un er tað bert fyrimunir av at fáa Putin á vitjan, tí tað er greitt, at Putin hevur tørv á vinum. Men Norðurkorea sær eisini møguleikar at fáa vørur og tøkniliga vitan úr Russlandi til eitt nú at menna norðurkoreansku kjarnorku- og rakettverjuna. Eygleiðarar meta eisini, at vitjanin hjá Putin kann styrkja støðuna hjá Kim innanlands, skrivar finska kringvarpið Yle við New York Times, AFP, Reuters og BBC sum keldum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder