Uttanlands

Putin fer á fyrstu uttanlandsferð sína síðan Ukraina-innrásina

Vitjar í Tadsjikistan og Turkmenistan hesa vikuna

Hóast Putin ikki hevur verið nógv uttanlands hesa seinastu tíðina, so hevur hann hitt nógvar útlendskar leiðarar í Kreml. Her er tað góði vinnurin og grannin, hvítarussiski forsetin Alexander Lukashenko, sum júst hevur vitjað Kreml (Mynd: EPA)

Hóast Putin ikki hevur verið nógv uttanlands hesa seinastu tíðina, so hevur hann hitt nógvar útlendskar leiðarar í Kreml. Her er tað góði vinnurin og grannin, hvítarussiski forsetin Alexander Lukashenko, sum júst hevur vitjað Kreml (Mynd: EPA)

2022-06-27 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer hesa vikuna á vitjan í tveimum fyrrverandi sovjetlýveldum í Miðasia. Hetta verður fyrsta almenna uttanlandsferð forsetans síðan russisku innrásina í Ukraina 24. februar, skrivar Reuters.

Síðan Russland leyp á Ukreina hava túsundtals fólk lagið lív, milliónir av fólkum eru flýdd heimanífrá, og hetta hevur ført til umfatandi stongsul av Russlandi. Hetta er orsøk til, at  neyðugt er at skapa góð viðurskiftir við lond sum Kina, India og Iran, sigur russiski forsetin.

Pavel Zarubin, sum er journalistur fyri almennu russisku sjónvarpsstøðina Rossiya 1 sigur, at Putin fer at vitja Tadsjikistan og Turkmenistan og síðan vitja indonesiska forsetan, Joko Widodo í Moskva.

Í Dushanbe, tadsjikiska høvuðsstaðnum skal Putin hitta Imomali Rakhmon, forseta, sum er ein góður sameindur hjá Russlandi, og tann forsetin í fyrrverandi sovjet-lýveldunum, sum hevur sitið longst. Í Asjkahabad í Turkmenistan skal Putin vera við í einum fundi millum kaspiskar tjóðir, har eisini leiðararnir í Aserbajan, Kasakstan, Iran og Turkmenistan vera við, upplýsir Zarubin fyri Reuters.

Putin hevur eisini ætlanir um at vitja hvítarussiska býin Grodno 30. juni og 1. juli fyri at vera við á eini ráðstevnu, sum hvítarussiski forsetin, Aleksandar Lukashenko, skipar fyri, upplýsir RIA tíðindastovan.

Seinasta uttanlandsferðin hjá Vladimir Putin var í Beijing tíðliga í februar tá hann og kinesiski forsetin, Xi Jinping, skrivaðu undir eina vinaravtalu beint undan setanarhaldinum á olympisku vetrarleikunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder