2024-05-14 08:42

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer hósdagin og fríggjadagin á vitjan í Kina. Hesum boða russiskir og kinverskir miðlar frá í dag.
Talan verður um fyrsta uttanlandstúr hjá russiska forsetanum eftir at hann var afturvaldur til forseta í mars mánaði. Síðst hann vitjaði Kina var í oktober í fjør.
Putin og kinesiski forsetin, Xi Jinping, skrivaðu undir eina týdningarmikla samstarvsavtalu í februar 2022, stutt undan at Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Diplomatisk og handilssambond við Kina hava fingið alt størri týdning fyri Russland eftir kríggið, tí fleiri vestanlond nú boykotta Russland, skrivar norska NTB tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald