
Russiski herurin er til reiðar at stríðast í Ukraina, til Russland hevur sigrað, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Tað er ikki greitt, hvussu leingi tað verður, men russisk herfólk halda á, til sigurin er komin í hús, segði Putin á tíðindafundi í Moskva herfyri í sambandi við toppfundi hjá BRIKS-samstarvinum.
Fundurin verður í Russlandi í døgunum 22. til 24. oktober.
Heitið "BRIKS" vísir til fyrstu fimm limalondini, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika. Seinni eru Iran, Egyptaland, Etiopia og Sameindu Arabisku Emiratini vorðin partur av samstarvinum.
Á tíðindafundinum segði russiski forsetin eisini, at russiski herurin gerst alsamt meira tøkniliga framkomin, og at stríðið er millum Russland og Nato, sum fær hjálp frá ukrainskum herfólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald