Uttanlands

Putin nú komin til Hanoi í Vjetnam

Leggur upp til kjarnorkusamstarv millum Russland og Vjetnam

Vjetnamesiski forsetin, To Lam, tók ímóti, tá Vladimir Putin kom til Vjetnam (Mynd: EPA)

Vjetnamesiski forsetin, To Lam, tók ímóti, tá Vladimir Putin kom til Vjetnam (Mynd: EPA)

2024-06-20 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at hava sagt farvæl við Norðurkorea og Kim Jong-un, fór russiski forsetin, Vladimir Putin, í gjárkvøldið víðari til næsta støðgin á síni Asia-ferð: Vjetnam.

Tað skrivar Reuters frá statsligu russisku tíðindastovuni, Tass.

Undan almennu vitjanini hevur Putin í eini kronikk greitt frá, at hann ynskir at fara í samstarv við Vjetnam til tess at gera ein granskingarstovn fyri kjarnorkutøkni í landinum.

Umframt ætlanirnar um samstarv á kjarnorkuøkinum, hevur russiska orkufyritøkan, Novatek, ætlanir um at at fara í holt við eina garðgassverkætlan í Vjetnam, skrivar Putin.

Frammanundan rekur russiska olju- og gassfyritøkan, Gazprom, fleiri gassøki í vjetnamesiskum øki.

Ætlanirnar um at viðka orkusamstarvið millum Russland og Vjetnam varð løgd fram í blaðnum Nhan Dan, sum vjetnamesiski kommunistaflokkurin gevur út.

Í kronikk síni rósar Putin eisini Vjetnam fyri ikki at hava fordømt Russlandi fyri stríðið í Ukraina.

Hetta er fimta almenna vitjanin hjá russiska forsetanum í Vjetnam, sum hann eisini vitjaði í 2001, 2006, 2013 og 2017.

Putin forseti kom til vjetnamesiska høvuðsstaðin, Hanoi, umleið eitt samdøgur eftir, at hann kom til Norðurkorea, sum hann vitjaði fyri fyrstu ferð í 24 ár.

Undir vitjanini í afturlatna landinum, skrivaðu Putin og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un undir eina “umfatandi” samstarvsavtalu, skrivar Ritzau. 

[object Object]
Putin og leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un á listaframsýning í Pyongyang (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder