Uttanlands

Putin og Erdogan hittast í komandi viku

Teir skulu eftir ætlan hittast í russiska býnum Sotji at umrøða kríggið í Ukraina og kornavtaluna, sum Russland tók seg úr í juli

Erdogan og Putin í Kasakstan í oktober 2022 (Mynd: Reuters)

Erdogan og Putin í Kasakstan í oktober 2022 (Mynd: Reuters)

2023-09-01 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku hittast russiski forsetin, Vladimir Putin, og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan í russiska býnum Sotji, siga turkiskar keldur við Reuters.

Teir báðir skulu umrøða kríggið í Ukraina umframt kornavtaluna, sum tryggjaði útflutning av korni umvegis Svartahavið fram til 17. juli, tá Russland lat avtaluna fara úr gildi.

Kornavtalan varð gjørd í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi, og síðan tá er hon longd tríggjar ferðir. Ætlanin hjá Turkalandi er at fáa Russland uppí aftur avtaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder