Í dag verður toppfundur millum tveir av heimsins mest markantu leiðarum – norðurkoreanska Kim Jong-un og russiska Vladimir Putin.
Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir hittast, hóast londini liggja upp at hvørjum øðrum.
Vladimir Putin bjóðaði fyrr í mánaðinum granna sínum á vitjan, og teir báðir skulu nú kjakast um viðurskiftini millum Norður- og Suðurkorea, men eisini viðurskiftini millum Norðurkorea og USA, skrivar dr.dk.
Fundurin verður hildin júst nú meðan amerikanska stjórnin arbeiðir við at finna fram til eina kjarnorkuavdubbingaravtalu við Norðurkorea eftir at toppfundin millum Donald Trump og Kim Jong-un fyrr í ár endaði úrslitaleysur.
Kim Jong-un kom í gjár til russiska havnabýin Vladivostok eftir ein níggju tíma langan túr í sínum serbygda og væl varda toki.
Her varð hann móttikin við hornblástri, blómugentum og sjálvasta Vladimir Putin.
- Eg komi til Russlands við eini flógvari kenslu frá fólki okkara, segði Kim Jong-un við almennu russisku sjónvarpsstøðina Rusland24, tá hann steig av tokinum.
- Vón mín er, at hetta verður ein væleydnað og gagnlig vitjan, og at eg undir samráðingunum við Putin forseti fái høvi at tosa um hvussu støðan á koreansku hálvoynni kann loysa og menna viðurskiftini landanna millum, helt hann fram sambært CNN.
Undan fundinum segði Vladimir Putin forseti, at hann stuðlar royndunum hjá Kim Jong-un at fáa reglubundin viðurskifti millum Norðurkorea og USA.
- Eg havi álit á, at vitjan tín í Russlandi í dag fer at hjálpa okkum til betri at skilja, hvussu støðan á Koreansku Hálvoynni kann loysast, segði Putin við Kim Jong-un áðrenn samráðingarnar byrjaðu.
- Vit skulu tosa um, hvat Russland kann gera fyri at stuðla gagnligu gongdini, sum er í løtuni, segði forsetin sambært Reuters.
Roknað verður ikki, at toppfundurin millum teir báðar leiðararnar fer at enda við eini beinleiðis avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald