placeholder
Uttanlands

Putin og Lukasjenko ynskja at styrkja samstarvið

100.000 mótmælisfólk í Minsk heittu í gjár á Lukasjenko um at leggja frá sær – Forsetarnir í Russlandi og Hvítarusslandi hava ætlan um at hittast í Moskva

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-31 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin sendi sunnudagin eina heilsan til Aleksandr Lukasjenko, forseta í Hvítarusslandi, upplýsir Kreml.

Hetta var sama dag sum túsundatals fólk aftur fóru út á gøturnar í høvuðsstaðnum Minsk at krevja, at Lukasjenko leggur frá sær.

Tað var í sambandi við 66 ára føðingardegnum hjá hvítarussiska forsetanum, at Putin ringdi til hann. Kreml upplýsir, at teir báðir forsetarnir eru vorðnir samdir um at styrkja samstarvið landanna milum, og skulu teir hittast í Moskva onkuntíð í komandi vikunum.

Seinastu tríggjar vikurnar hava stórar mótmælisgongur verið í Hvítarusslandi, eftir at Lukasjenko varð útnevndur til vinnara av forsetavalinum 9. august.

Sagt varð, at Lukasjenko, ið hevur sitið við valdið síðan 1994, fekk yvir 80 prosent av atkvøðunum, men m.a. ES og nógvir aðrir altjóða aktørar hava boðað frá, at tey ikki viðurkenna hetta úrslitið. Hvítarussiska andstøðan hevur eisini sagt, at hon heldur talan vera um valsvik.

Umleið 100.000 fólk mótmældu í Minsk sunnudagin, og fleiri enn 125 fólk vórðu handtikin í hesum sambandi. Nógv gingu við reyða og hvíta flagginum hjá andstøðuni.

Sambært Ritzau hava fleiri leiðarar í ES heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin um at leggja trýst á Lukasjenko fyri at fáa eitt opið samskifti um mótmælini, men Putin heldur tað ikki vera rætt at blanda seg uppí, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder