Uttanlands

Putin: Russland er á rættari kós

Sitandi forsetin tryggjaði sær stórsigur á russiska forsetavalinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-18 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í gjár, at valsigur hansara vísir, at Russland er á rættari kós.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Onki óvæntað var í, at Putin vann valið, tí henn hevur í veruleikanum ikki fingið nakra politiska mótstøðu. Mótstøðumenn hansara sluppu ikki at stilla upp.

Seinasta valstaðið lat aftur tíðliga sunnumorgunin okkara tíð, og stutt eftir var tað greitt, at forsetin hevði tryggjað sær ein knúsandi sigur á valinum.

Putin takkaði russisku herfólkunum í síni sigursrøðu. Hann takkaði eisini russum fyri at atkvøða.

Stuðlar hjá forsetanum róptu “Russland, Russland, Russland”, skrivar Reuters.

Fyrrverandi KGB-agenturin, sum fyri góðum tveimum árum síðani tók avgerð um at gera innrás í Ukraina, og nú hevur tryggjað sær sítt fimta forsetatíðarskeið sigur, at Russland aldri fer at lata seg kúga.

- Líki mikið hvussu nógv tey royna at ræða okkum, kúga okkara vilja, okkara samvitsku, so er tað ongantíð eydnast nøkrum gjøgnum tíðina. Tað miseydnast nú, og tað fer tað eisini at gera í framtíðini, segði forsetin, sambært BBC.

Úrslitið av valinum var, at Vladimir Putin fekk 88,6 prosent av atkvøðunum. Allir hinir tríggir menninir, sum stillaðu upp á valinum fingu undir fimm prosent hvør: Nikolaj Kharitonov fekk 4,4 prosent, Vladislav Davankov 3,9 og Leonid Slutsky 3,2 posent.

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder