Uttanlands

Putin: Russland kann brúka kjarnorkuvápn

Um onkur hóttir russiskt sjálvræði, fer Russland at nýta tey amboðini, sum landið hevur, sigur russiski forsetin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-06 17:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vesturheimurin fer skeivur, um hann heldur, at Russland ikki kann finna uppá at nýta kjarnorkuvápn, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

– Av einhvørjari orsøk heldur Vestuheimurin ikki, at Russland nakrantíð fer at nýta tey, sigur Putin, sum leggur afturat, at um onkur hóttir russiskt sjálvræði, fer Russland at brúka tey amboðini, sum eru.

Putin vísir tó aftur, at Russland kann leypa á eitt Nato-land. Tað hevði verið býtt, sigur hann sambært Ritzau.

– Mann eigur ikki at framstilla Russland sum ein fígginda, sigur hann, tí so ger mann bert skaða á seg sjálvan.

Russiski forsetin sigur eisini, at um Vesturheimurin heldur, at hann kann lata ukrainum vápn at verða brúkt ímóti Russlandi, kann Russland svara aftur við at seta vápn upp, sum kunnu raka USA og teirra sameindu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder