Í 1987 skrivaðu USA og Sovjetsamveldið undir eina sera umráðandi avtalu. Tað var avtalan um ikki at gera og stilla upp kjarnorkurakettir - sokallaðu mellemdistancerakettirnar. INF-avtalan var ein týðandi partur í at minka um herbúgvingina hjá stórveldunum, og hon var ein liður í at enda kalda kríggið.
Í gjár var greitt, at USA fyribils setur avtaluna úr gildi. Hetta kemst av, at USA metir, at russarar hava brotið avtaluna frá 1987. Í morgun kunngjørdi Vladimir Putin, at Russland eisini tekur seg úr avtaluni, og at orsøkin er, at USA hevur brotið hana. Hetta skrivar Reuters.
Russiski forsetin segði eisini í morgun, at Russland nú ætlar at menna nýggjar rakettir. Millum annað slíkar sum ferðast skjótari enn ljóðið (supersonic).
Hetta er eitt ørkymlandi stig í kjarorkustríðnum, og Vladmir Putin sló fast, at hansara stjórn ikki fer at taka upp aftur samráðingar við USA um at minka um herbúgvingina. Um ikki USA og Russland semjast av nýggjum, slíta partarnir endaliga INF-avtaluna um eitt hálvt ár.
Uttanlands
Putin: Russland trekkir seg eisini úr kjarnorkuavtaluni
Eftir at USA í gjár tók seg úr avtaluni um ikki at seta rakettir upp, svarar Russland nú aftur
Putin á fundi við verjuráðharran Sergej Sjojgu, og uttanríkisráðharran Sergej Lavrov í morgun (Mynd: EPA)
2019-02-02 11:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald