placeholder
Uttanlands

Putin sigur at Russland hevur gjørt eina vaksinu

Evnið er roynt við menniskjum í tveir mánaðir og verður sett í hópframleiðslu sum skjótast, sigur russiski forsetin

Vladimir Putin (Savnsmynd: EPA)

Vladimir Putin (Savnsmynd: EPA)

2020-08-11 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland hevur funnið fram til fyrsta koppingarevnið móti covid-19. Tað er nú góðkent av russisku heilsumyndugleikunum.

Tað upplýsir Vladimir Putin, forseti, sambært Reuters.

Dóttir Putins skal, sambært forsetanum, longu vera koppsett við nýggja heilivágnum.

Forsetin vónar, at Russland skjótt kann fara undir hópframleiðslu av koppingarevninum.

Nýggja vaksinan er sambært forsetanum ment á Gamaleya stovinum í Moskva eftir at evnið er roynt við menniskjum í tveir mánaðir.

Í løtuni stríðast granskarar um allan heim við at vinna eitt koppingarevni móti koronavirus, sum hevur smittað yvir 20 milliónir fólk kring allan heimin.

At Russland longu nú sigur seg hava funnið eitt koppingarevni vísir, hvussu stóran týdning tað hevur fyri landið at vinna kappingina. Granskarar óttast fyri, at Russland raðfestir umdømið hjá landinum fram um vísund og trygdina hjá fólkinum, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder