Í august vitjar russiski forsetin, Vladimir Putin í Turkalandi.
Tað upplýsti turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan á felags tíðindafundi við Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, sum vitjaði í Istanbul í gjár.
Erdogan sigur, sambært Ritzau, at hann og Putin m.a. skulu umrøða fangabýti millum Ukraina og Russland.
Á fundinum við Zelenskyj varð tosað um at leingja kornavtaluna, sum fer úr gildi í komandi viku.
Sambært turkiska forsetanum, ætlar Turkaland framhaldandi at arbeiða fyri at enda kríggið í Ukraina og hjálpa við at byggja landið uppaftur.
Eisini segði Erdogan, at Ukraina hevur uppiborið at gerast partur av Nato. Hann legði tó afturat, at "báðar síður skulu taka friðarsamráðingarnar uppaftur".
Volodymyr Zelenskyj og Recep Tayyip Erdogan í Istanbul (Mynd: Reuters)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald