Uttanlands

Putin tekur ikki undir við at gera koppseting til eitt krav

Fleiristaðni í Russlandi hava lokalu mydnugleikarnir tó longu gjørt hetta til eitt krav

Russiski forsetin avdúkar nú, at hann er koppsettur við russiska koppingarevninum Sputnik V (Mynd: EPA)

Russiski forsetin avdúkar nú, at hann er koppsettur við russiska koppingarevninum Sputnik V (Mynd: EPA)

2021-06-30 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá russiski forsetin, Vladimir Putin fyri tveimum mánaðum síðani varð koppsettur fyri koronu, vildi hann ikki avdúka, hvat slag av koppingarevni hann hevði fingið, men í dag avdúkar hann, at hann varð koppsettur við Sputnik V.

Í øðrum londum lótu politiskir leiðarar seg koppseta, meðan tað varð víst í sjónvarpinum, men ongar sjónvarpsupptøkur vórðu gjørdar av Putin, tá hann varð koppsettur.

Tað var í samrøðu við sjónvarpsstøðina Rossiya 24, sum setti honum spurningar frá hyggjarunum, at Putin avdúkaði, at hann varð koppsettur við Sputnik V.

Sputnik V var góðkent í Russlandi í august í fjør, og var hetta fyrsta koppingarevnið fyri koronu, sum varð góðkent í heiminum. Russland hevur síðani eisini ment og góðkent tvey onnur koppingarevni, sum eita EpiVacCorona og CoviVac.

Í sambandi við samrøðuna varð forsetin m.a. eisini spurdur um, hvat hann helt um at gera koppseting fyri koronu til eitt krav, og tað segði Putin seg ikki taka undir við.

Men hóast forsetin ikki sigur seg taka undir við at gera koppseting til eitt krav, er tað longu eitt krav fleiristaðni í Russlandi.

Blaðið Moscow Times skrivar, at ætlanin í høvuðsstðanum Moskva er, at krevja, at 60 prosent av øllum starvsfólkum í tænastuvinnuni skulu verða koppsett innan sjey vikur. Tá ætlanin varð løgd fram fyrr í hesum mánaðinum, høvdu undir 20 prosent av íbúgvunum í Moskva fingið fyrru koppsetingina.

Líknandi krav eru sett í verk aðrastaðni í Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder