Russiski forsetin Vladimir Putin hevur ætlanir um at vitja Norðurkorea.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at Putin er boðin til Norðurkorea, og at Russland er í ferð við at fyrireika vitjanina.
– Dagfestingin verður kunngjørd, tá tíðin nærkast, sigur hann.
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un vitjaði í Russlandi í fjør, og tað kemur ikki so ofta fyri, at norðurkoreanski leiðarin fer uttanlands.
Putin hevur áður vitjað í Norðurkorea, men tað var í 2000 - fyri 24 árum síðani - stutt eftir, at hann varð vorðin forseti. Tá hitti Putin Kim Jong-Il, táverandi leiðari og pápi Kim Jong-un.
Sambandið millum Russland og Norðurkorea, sum bæði eru rakt av altjóða revsitiltøkum, er styrkt, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.
Russland hevur fingið vápn úr Norðurkorea, sum afturfyri hevur fingið matvørur úr Russlandi, sigur suðurkoreanska fregnartænastan sambært Ritzau.
Sambært DR hevur Putin seinastu tíggju dagarnar verið á fleiri uttanlandsvitjanum. Hann hevur vitjað í Kina, Hvítarusslandi, og í løtuni er hann á vitjan í Usbekistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald