Uttanlands

Putin: Ukrainar standa aftanfyri

Álopið á brúnna millum Krim-hálvoynna og Russland var ein yvirgangsatsókn móti einum týðandi parti av undirstøðukervi, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2022-10-10 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álopið á brúnna millum Russland og Krim-hálvoynna var lagt til rættis, framt og bílagt av ukrainum.

Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin eftir at hava hitt formannin í russisku kanningarnevndini sunnudagin.

Orsøkin til spreingingina leygarmorgunin var ein lastbilbumba, og eingin ivi er um, at talan var um eina yvirgangsatksókn móti einum týðandi parti av sivilum undirstøðukervi, sigur Putin sambært DR.

Sambært russum kravdi álopið eisini trý manalív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder