Sambært Hvítu Húsunum í USA hava amerikanskar fregnartænastukeldur skaffa sær vitan, sum týðir uppá, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki fær fulla vitan frá sínum hernaðarráðgevum.
- Vit halda, at Putin verður villleiddur av sínum ráðgevarum um, hvussu illa tað gongur russiska herinum, og hvussu russiski búskapurin verður oyðilagdur av revsitiltøkunum, tí ráðgevar hansara óttast fyri at siga honum sannleikan.
Tað segði kunningarstjórin í Hvítu Húsunum, Kate Bedingfield, í gjárkvøldið, sambært Danmarks Radio.
Talsmaðurin fyri amerikanska verjumálaráðið Pentagon, John Kirby, hevur eisini gjørt viðmerkingar til hesi amerikansku fregnirnar.
- Tað er hansara herur. Tað er hansara kríggj. Hann hevur valt tað. Tað er veruleiki, at hann kanska ikki til fulnar skilir, hvussu miseydnað álopið á Ukraina hevur verið, og tað er eitt sindur órógvandi, segði John Kirby.
Sambært Steffen Kretz, journalisti hjá Danmarks Radio í Washington, so kann henda villleiðingin av russiska forsetanum føra til, at onki kemur burtur úr friðarsamráðingunum, sum eru í gongd í turkiska býnum, Istambul. Russiski forsetin hevur ongan áhuga í at fáa frið í lag av teirri einfaldu orsøk, at hann ikki er vitandi um, hvussu illa tað gongur russiska herinum í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald