Uttanlands

Putin verið á vitjan í Kherson og Luhansk

Russiski leiðarin hevur verið langt inni í Ukraina í seinastuni sambært russisku stjórnini

Gerandismynd úr Kherson, tikin í desember (Mynd: EPA)

Gerandismynd úr Kherson, tikin í desember (Mynd: EPA)

2023-04-18 08:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sambært stjórnini í Kreml vitjað høvuðsstøðina hjá russiska herinum í ukreinsku býunum Kherson og Luhansk, sum partvíst eru á russiskum hondum.

Í Kherson var hann við á einum fundi millum russisku herleiðararnar.

Stýrið í Morkva hevur tó ikki sagt júst nær hann var á hesum fundi.

Russisku herdeildirnar tóku seg úr Kherson í november í fjør, og hava styrkt sína støðu hinu megin ánna Dnipro tí roknað verður við ukrainskum mótálopi.

Í Luhansk vitjaði Putin hernaðarligu russisku høvuðsstøðina, har Putin varð kunnaður um støðuna í økjunum Kherson og Zaporizjzja har eysturi í Ukraina.

Stjórnin hjá Putin hevur kunngjørt, at bæði hesi økini eru partar av Russlandi.

Fyri júst einum mánaði síðani vitjaði Putin russiskt hersetta havnabýin Mariupol í landsynnings Ukraina. Sambært russisku tíðindastovuni fleyg Putin til Mariupol í tyrlu eftir at hann hevði vitjað á Krim hálvoynni at hátíðarhalda níggju ára dagin fyri hersetingina.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði mánadagin undir eini vitjan í Brasil, at tað er áhugin hjá Russland at fáa enda á stríðnum í Ukraina skjótast gjørligt.

Harðir bardagar eru enn í økinum við býin Bakhmut, upplýsa ukrainskir myndugleikar fyri CNN. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder