Sambandið millum Kina og Russland er gott.
Tað staðfestir kinesiski verjumálaráðharrin, Li Shangfu, sum sunnudagin vitjaði russiska forsetan, Vladimir Putin í Moskva.
Londini hava við teirra samstarvi sett hol á eitt nýtt tíðarskeið, og eru bondini millum Russland og Kina sera sterk, sigur hann sambært Ritzau.
– Tey eru sterkari enn hernaðarligu og politisku samgongurnar undir kalda krígnum, sigur Li Shangfu, sum leggur afturat, at talan er um hansara fyrstu uttanlandsvitjan, síðan hann gjørdist verjumálaráðharri í mars, og gjørdi hann av at vitja Russland fyri at leggja dent á strategiska týdningin, sum sambandið millum londini hevur.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, hava Russland og Kina styrkt samstarvið, og á fundinum sunnudagin legði Vladimir Putin eisini dent á hernaðarliga samstarvið millum londini. Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu var eisini til staðar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald