Fyri løtu síðani setti løgreglan seg í samband við fjølmiðlarnar og avlýsti eftirlýsingina av stolna Nissan Qashqai bilinum. Hann varð funnin í øllum góðum, varð sagt.
Men Portalurin hevur, frá álítandi keldum, fingið alla søguna um teir báðar bilarnar, ið vórðu meldaðir stolnar í gjár. Og hon er rættiliga margháttlig.
Ein maður, sum arbeiðir á Óðinshædd skuldi eini ørindi út á sjúkrahúsið í gjáramorgunin. Hann hevði ikki bil við sær, og lánti tí bilin hjá einum starvsfelaga.
Meðan hesin ger síni ørindi á sjúkrahúsinum, kemur ein annar persónur – ein kvinna – á landssjúkrahúsið í einum hvítum Renault bili. Talan er um ein bil uttan lykil – tað er nóg mikið at trýsta á ein knøtt, um elektroniski lykilin annars er nærhendis.
Nú er tað soleiðis, at kvinnan legði taskuna eftir seg á baksetrinum við lyklinum í.
Fyrri maðurin kemur so út aftur av landssjúkrahúsinum, setir seg í hvíta Renault bilin í teirri trúgv, at tað var hesin bilurin, hann var komin við, startar uttan trupulleikar, og koyrir niðan aftur á Óðinshædd har hann letur starvsfelaganum lykilin aftur.
Um somu tíð hevur hevur kvinnan ringt til løgregluna og meldað sín bil stolnan.
Løgreglan fann skjótt bilin aftur – á Óðinshædd, sjálvandi.
Tá starvsfelagin á Óðinshædd skal heim eftir loknan arbeiðsdag, er hansara bilur ikki har. Hann meldar bilin stolnan. Og tað var ikki fyrr enn í morgun, at bilurin varð funnin aftur – við Landssjúkrahúsið, sjálvandi.
Vaktleiðarin hjá politinum vil í dag ikki vátta søguna fyri Portalinum, men ásannar kortini, at talan vistnokk er um eina rættiliga pínliga hending. Meira vil hann ikki siga um málið, og ongin avgerð er tikin um hvat víðari skal henda við málinum.
Men hann váttar, at kvinnan, sum fekk bilin stolnan kann rokna við at fáa eina bót á túsund krónur, tí tað er revsingin fyri at seta bilin frá sær við lyklinum í.
Hvat hendir við manninum, sum tók skeivan bil, ynskir vaktleiðarin onki siga um.
(Teksturin broyttur kl. 13.03 - vit høvdu fatan av, at talan var um eins bilar, men var als ikki)
Les eisini: Tveir bilar stolnir í Havn í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald