Amerikanski plátuframleiðarin, dirigenturin og tónaskaldið Quincy Jones ar deyður.
Hann andaðist sunnukvøldið í heimi sínum í Los Angeles, 91 ára gamal, upplýsir talsfólk hansara sambært altjóða miðlum.
Á sínari langu yrkisleið, varð Quincy Jones tilnevndur 80 Gramma-virðislønir og vann 28, harundir eina Grammy Legend Award í 1991. Umframt hetta vann hann m.a. eisini eina Emmy-virðisløn og var tilnevndur sjey Oscar-virðislønir. Hann er nummar trý á listanum yvir listafólk, sum hava fingið flestar Grammy-tilnevningar. Frammanfyri honum eru bert Beyoncé og Jay-Z, sum bæði hava 88 tilnevningar.
Jones hevur m.a. arbeitt saman við Frank Sinatra og Michael Jackson, og hevur hann m.a. arbeitt við framleiðsluni av heildarútgávuni "Thriller" hjá Michael Jackson, sum er millum best seljandi heildarútgávur nakrantíð. Eisini stóð Jones fyri framleiðsluni av bestseljandi staklagnum "We Are The World" frá 1985.
Í 1990 stovnaði Quincy Jones eitt films- og sjónvarpsframleiðslufelag, og størsta hittið hjá felagnum var skemtirøðin "The Fresh prince of Bel-Air", sum av álvara setti gongd á yrkisleiðina hjá Will Smith.
Quincy Jones var giftur tríggjar ferðir, og fekk sjey børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald