Uttanlands

R. Kelly dømdur sekur í kynsligum ágangi

Ikki fyrr enn næsta ár verður avgjørd hvussu langa fongsulsrevsing kendi sangarin fær

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-28 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sangarin, sum sang “I Believe I Can Fly”, amerikanski R. Kelly var í gjár dømdur sekur í einum umfatandi rættarmáli, sum snýr seg um menniskjahandil og kynsligan ágang móti fleri kvinnum, skrivar Reuters tíðindastovan.

Rættarmálið móti fyrrverandi rhytm’n’blues-stjørnuni byrjaði 18. august. Hann var ákærdur fyri fleiri viðurskifti, eitt nú valdstøku, menniskjahandil og kynsliga misnýtslu av kvinnum og yngri gentum.

Í gjár dømdi ein dómstólur í Brooklyn hann sekan í øllum ákærunum.

Ferð kom á málið móti sangaranum fyrst í 2019, tá dokumentarfilmurin “Surviving R. Kelly” kom út. Her traðkaðu fleiri kvinnur fram, og skuldsettu R. Kelly fyri at hava gjørt seg inn á tær kynsliga.

R. Kerry noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Revsingin í rættarmálinum verður ikki staðfest fyrr enn 4. mai næsta ár, og sambært CNN kann sangarin verða dømdur í yvir tíggju ára fongsul. 

[object Object]
Fjepparar hjá R. Kelly savnaðust uttan fyri rættarsalin í gjár, tá dómurin skuldi fella (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder