2020-12-13 16:58

Útvarpsrásin R7, sum byrjaði at senda í november 2015, gevst at senda. Tað váttar Petur Jacobsen, nevndarformaðurin, fyri Kringvarpinum í dag.
Hann greiðir frá, at tað orsøkin til at tey gevast at senda, er ikki fíggjarlig.
Petur Jacobsen og familjan hava rikið útvarpsstøðina, sum hevur hildið til á Skálafjørðinum, men hann sigur við útvarpið, at hóast tað hevur verið tíðarkrevjandi hava inntøkurnar ikki verið nóg stórar, til at leiðslan kundi fáa løn.
Eingin hevur enn víst áhuga at yvirtaka virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald