Hann er ikki eitt trøll. Ei heldur ein huldumaður. Men tann fyrsti rabbagassin í Føroyum.
Helst munnu nógv kenna seg aftur í søguni um Lisu. Tí tað eru nógv fitt og stuttlig børn, sum kunnu vera sera treisk og strævin. Og tað eru nógv góð og hampulig foreldur, sum ikki vita síni livandi ráð, tá ið børnini ikki lurta eftir ella vilja akta.
Rabbagassin hevur sína egnu hugsan um uppaling og veit, hvussu hann kann koma familjuni til hjálpar.
‚Rabbagassin’ er triðja bókin hjá Rakul Ró Steintórsdóttir. Fyrsta bókin, ‚Sólja og súla á sólferð’, kom út í 2023 og longu árið eftir framhaldið ‚Rógvi og náttarravnur’. Rakul Ró hevur sjálv skrivað og myndprýtt allar tríggjar bøkurnar.
Íblásturin til rabbagassan, hevur hon fingið frá mammu síni, sum við seingjarstokkin fann upp á ymsikar søgur, har Rakul Ró sjálv sum smágenta eisini kundi kenna seg aftur í tí nógva.
Tað er forlagið Innskot, sum gevur út. Rabbagassin er uppruna tilfar til føroysku familjuna, og er serliga ætlað børnum í aldrinum 4 til 8 ár. Bókin kostar 150 krónur, og kann keypast í bókabúðunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald