Uttanlands

Rachel Welch deyð

Sjónleikakvinnan, mest kend fyri sín vakurleika, gjørdist 82 ár

Raquel Welch avmyndað í 2007 (Mynd: EPA)

Raquel Welch avmyndað í 2007 (Mynd: EPA)

2023-02-16 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska modellin, sjónleikakvinnan og Hollywood-stjørnan, Raquel Welsh er deyð, 82 ára gomul.

Sambært tíðarritinum TMZ hevur hon verið sjúk í eina tíð.

Welch kom fram í 1960’unum. Ein av kendastu leiklutum hennara var í filminum “One Million Years B.C.” frá 1966. Á donskum kallaðist filmurin “Kæmpeøglernes Kamp”. Plakatin við Welch í bikini úr djórafeldi gjørdist heimskend.

- Tey flestu minnast meg betri frá plakatini enn fyri nakað annað, hevur Raquel Welch sagt.

Hon vann eisini eina Golden Globe virðisløn í 1974 fyri leiklut sín í filminum “The Three Musketeers”.

Hon varð fødd sum Jo-Raquel Tejada í 1940 og vaks upp í Kalifornia, har honn sum ung vann tríggjar vakurleikakappingar, og hevði arbeiði, sum upplesari av veðurtíðindum í sjónvarpinum.

Fyrstu filmsleiklutirnar hon fekk var í 1964 í “A House is not a Home” og í Elvis-filminum “Roustabout”.

Men tað var fyri leiklutin í “One Million Years B.C.” at hon fekk sítt stóra gjøgnumbrot, hóast hon bert hevði nakrar replikkir í tí filminum.

Hon hevur seinni greitt frá, at hon ikki treivst serliga væl fyri einans at vera kend fyri sín vakurleika og perfekta kropp. 

[object Object]
Plakatin til filmin "One Million Years B.C" - á donskum "Kæmpeøglernes Kamp"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder