Innanlands

Raðfesta barnafamiljurnar

Á býráðsfundi í gjárkvøldi varð tað millum annað greitt, at eisini Sunda kommuna hækkar normeringina á dagstovnaøkinum, at yvir ein og ein hálv millión fleiri er játtað til dagstovnaøki, og at barnafrádrátturin er farin upp við 500 krónum

Ein hálv millión er sett av økta normering

Ein hálv millión er sett av økta normering

2021-11-30 20:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fíggjarætlanini hjá Sunda kommunu fyri 2022 er samtykt at játta yvir 1,5 mió. kr. meir til dagstovnaøkið. Hetta er ein øking á 8,5% í mun til undanfarna ár. Játtanin fer til at økja normeringina, hækka barnafrádráttin og gera íløgur í dagstovnaøkið.

Av hesum kann t.d. nevnast at kr. 500.000 eru settar av til økta normering, kr. 234.000 til eyka stuðulstímar og 375.000 kr. eru játtaðir til nýggjan garð og spælipláss á Dagstovninum við Stórheygg og viðlíkahald av dagstovnunum.

Afturat hægri játtan á dagstovnaøkinum eru kr. 250.000 kr. settar av til at hækka barnafrádráttin.

Sunda kommuna hevur í dag eitt gott og vælvirkandi dagstovnaøkið, sum ikki stendir aftanfyri onnur á økinum. Sitandi býráð ynskir tó at lyfta økið eitt vet afturat fyri at skapa enn betri umstøður hjá okkara starvsfólki og børnunum. Fyrsta stigið varð endaliga tikið á býráðsfundi mánakvøldið 29. november 2021, har pengar eru settir av at hækka normeringina við 0,25 í vøggustovunum og barnagørðunum.

Normeringin í Sunda kommunu verður framyvir:

  • Vøggustovu:  10,75
  • Barnagarðar:  5,75
  • Frítíðarskúlar: 3,5

Afturat hesi normering hava stovurnar á dagstovnunum í Sunda kommunu í fleiri ár haft tríggjar tímar til fyrireiking um vikuna. Hesar lønirnar, saman við lønum til leiðara, varaleiðara, vikarar, stuðlar, reingerð v.m., eru eisini uttan fyri normeringina. Harafturat ávirkar høgur starvsaldur heldur ikki normering, av tí at Sunda kommuna játtar løn eftir veruligu útreiðslunum. Rakstur og viðlíkahald av bygningum er heldur ikki partur av normeringini.

Hetta ger, at normering í Sunda kommunu burturav er tíð til børnini, t.v.s. tíð har okkara starvsfólk eru saman við og menna børnini á stovnunum.

Eisini hevur býráðið samtykt at hækka barnafrádráttin úr kr. 6.000 upp í kr. 6.500, meðan skattaprosentið og dagstovnagjøldini verða verandi tey somu sum undanfarin ár.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder