Tá kríggið í Ukraina er av, fer tað at kosta í minstalagi 1.000 milliardir dollarar at byggja ukrainska samfelagið uppaftur, metir ukrainski varafíggjarmálaráðharrin, Oleksandr Gryban
Eitt, sum er sera umráðandi er, at skapa ein búskaparligan vøkstur, so Ukraina ikki noyðist at blíva við at biðja onnur lond um pengar eftir kríggið, sigur hann sambært DR.
1.000 milliardir dollarar, ið svarar til 6.900 milliardir krónur, er ein munandi hægri upphædd enn tað, sum Heimsbanking í mars metti, at Ukraina fór at hava tørv á.
Í mars var metingin hjá Heimsbankanum, at tað fór at kosta 411 milliardir dollarar, ið svarar til 2.839 milliardir krónur, at byggja landið uppaftur. Eisini varð mett, at hetta arbeiðið fór at taka yvir tíggju ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald