Uttanlands

Ráðharri í brexitmálum lagt frá sær – Uttanríkismálaráðharrin yvirtekur málsøkið

Leygardagin boðaði David Frost frá, at hann legði frá sær, tí hann var ósamdur við kósini hjá bretsku stjórnini, og sunnukvøldið varð boðað frá, at uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss fær ábyrgdina av samráðingunum við ES

Liz Truss hevur verið uttanríkismálaráðharri síðan 15. september (Mynd: EPA)

Liz Truss hevur verið uttanríkismálaráðharri síðan 15. september (Mynd: EPA)

2021-12-20 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin boðaði David Frost frá, at hann legði frá sær sum ráðharri í brexitmálum. Grundgevingin var, at hann er ósamdur við kósini hjá stjórnini.

Sunnukvøldið upplysti bretska stjórnin í tíðindaskrivi, at tað verður bretski uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss, sum fer at yvirtaka ábyrgdina fyri samráðingarnar við ES um sonevndu Norðurírland-protokollina, skrivar Ritzau.

Umframt hetta yvirtekur uttanríkismálaráðharrin eisini ábyrgdina fyri bretska sambandið við ES, og sigur hon segð fegnast um at skula yvirtaka hesi málsøki.

Liz Truss hevur verið uttanríkismálaráðharri síðan 15. september. Hon yvirtók uttanríkismálaráðið, eftir at Dominic Raab gjørdist løgmálaráðharri.

Tað var á fólkaatkvøðu í 2016, at ein meiriluti av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, men bretar fóru tó ikki formliga úr ES fyrr enn 31. januar 2020, og skiftistíðin endaði síðst í farna ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder