Ginés González García, heilsumálaráðharri í Argentina, hevur nú lagt frá sær eftir áheitan frá forsetanum, Alberto Fernández.
Orsøkin er, at 75 ára gamli García er lagdur undir at hava latið síni vinfólk sleppa framum í koppsetingarrøðini.
48 ára gamla Carla Vizzotti, sum hevði ábyrgdina av at tryggja Argentina skamtar av russiska koppingarevninum, Sputnik V, yvirtekur ráðharrasessin.
Heilsustarvsfólk vórðu fremst í røðini um koppsetingarnar, og mikudagin byrjaði mann at koppseta persónar eldri enn 70 ár í Buenos Aires.
Fríggjadagin greiddi ein 71 ára gamal tíðindamaður frá í útvarpinum, at hann og heilsumálaráðharrin høvdu verið vinmenn í mong ár, og hevði hann tí longu fingið koppsetingina á eini stjórnarskrivstovu. Sambært lokalum miðlum hava fleiri onnur, sum hava tætt tilknýti til stjórnina, eisini fingið koppsetingina.
Argentinski forsetin, sum er í 60unum, varð eisini koppsettur alment, og heitti hann á onnur um eisini at lata seg koppseta.
Sambært Ritzau er Argentina ikki tað einasta landið í Suðuramerika, har fólk eru sloppin framum í bíðirøðini.
Í Peru er tað komið fram, at 487 persónar, harímillum embætisfólk, ráðharrar og ein fyrrverandi forseti – vórðu blivin koppsett í loyndum, áðrenn koppsetingin av borgarunum var byrjað.
Orsakað av hesum hava bæði uttanríkismálaráðharrin og heilsumálaráðharrin í Peru lagt frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald