Uttanlands

Ráðið fyri arktiskar borgarstjórar sett á stovn

Yvirskipaða málið hjá Ráðnum, sum varð sett á stovn 10. oktober, er at styrkja røddina hjá teimum, ið búgva í býum og bygdum í arktiska økinum við at ávirka altjóða samfelagið

Borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-10-12 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Røddin hjá kommununum í Arktis er nú styrkt. Á felags fundi í Akureyri hósdagin 10. oktober millum leiðandi borgarstjórar í býum í Arktiska økinum, varð Ráðið fyri Arktiskar Borgarstjórar sett á stovn.

Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Nógvar broytingar eru í arktiska økinum, og nakrar av hesum broytingunum vóru umrøddar á fundinum, og serligur dentur varð lagdur á burðardygga ferðavinnu.

- Tað er umráðandi, at kommunala røddin kemur til orðanna, tí tað er fyrst í kommununum, at avleiðingarnar merkjast. Vit skulu sjálv vera við til at stýra teimum avbjóðingum, sum longu eru og fara at verða í Arktiska økinum í framtíðini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Níggju tjóðir eru í arktiska økinum og millum hesar Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, eitt skipað samstarv er millum kommunur í Arktiska økinum. Nú Ráðið fyri Arktiskar Borgarstjórar (Arctic Mayors’ Forum) er sett á stovn, er lættari hjá kommununum at tosa við einari rødd, tá ið avgerðir skulu takast, sum ávirka økini í okkara parti av heiminum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Borgarstjórar úr Noregi, Íslandi, USA, Føroyum, Kanada, Grønlandi, Finnlandi og Russlandi hava undirskrivað avtaluna.

Yvirskipaða málið hjá Ráðnum fyri Arktiskar Borgarstjórar er at styrkja røddina hjá teimum, ið búgva í býum og bygdum í arktiska økinum við at ávirka altjóða samfelagið. Somuleiðis eru eisini nógv øki at samstarva um, eitt nú útbúgving, umhvørvi, ferðavinna og samferðslukervi.

Ráðið ynskir at tryggja eina burðardygga menning fyri býir og bygdir, nú stórar broytingar fara fram í Arktis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder